Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
april 11, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Skattestyrelsen hevur sent út nýggjar leiðreglur viðvíkjandi ‘gæstestuderendefradrag’ (føroyafrádrátti).

Sambært leiðreglunum steðgar rætturin til føroyfrádrátt um tú tekur orlov frá lestrinum. Tá tú  hevur orlov, ert tú ikki lestrarvirkin og tí metir Skattestyrelsen at tú ikki longur ert í Danmark bert í lestarørindum. Um tú byrjar at lesa aftur, skalt tú lúka treytirnar fyri føroyadrátti av nýggjum.

Høvuðstreytirnar fyri at fáa Føroyafrádrátt eru hesar:

  • At tú vart búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til Danmark
  • At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum
  • At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan
  • At tú ikki hevur uppihildið teg í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.

Undantøk eru um tú hevur orlov frá lestrinum vegna sjúku ella barsil.

Comments are closed.