
Ráðgevingin flytur sína skrivstovu
Ráðgevingin hevur sum kunnugt havt skrivstovu á Sendistovu Føroya meðan Føroyahúsið hevur verið undir umvæling og tað hevur roynst sera væl at vera ein partur av einum skrivstovufelagsskapi í tí dagliga.
Ráðgevingin hevur fingið møguleika fyri framhaldandi at leiga eitt skrivstovuhøli á Sendistovu Føroya og hevur tí tikið avgerð um at flyta skrivstovuna.