Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
august 6, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Brævatkvøða til Løgtingsvalið 2019

Brævatkvøðan skal verða móttikin í Føroyum í seinasta lagi valdagin 31. august 2019 kl. 10.00, mælt verður tí til at atkvøða í góðari tíð.

Veljarir staddir í Danmark kunnu atkvøða her:

  • Borgerservice í kommununum
    Mælt verður til at hava samleikaprógv – pass/koyrikort – við.
  • Sendistova Føroya í Keypmannahavn gerandisdagar millum kl. 10 – 14, Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K.
  • Sendistovan mælir til at veljarin avgreiðir sína brævatkvøðu í seinasta lagi mikudagin 21. august kl. 15 fyri at tryggja at atkvøðan er komin fram til ásettu tíð. Um okkurt ivamál er eru tit vækomin at ringja til sendistovuna á tlf. +45 32 83 37 70.
  • Sjúklingar og avvarðandi kunnu atkvøða á Sjúklingahotellinum Tórshavn, Venøgade 8, 2100 København Ø, hósdagin 15. august 2019 kl. 13 – 15.

Comments are closed.