
Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT.
Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum.
Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’
> vel Forskudsopgørelse
Um teigar koma fram skalt tú skriva upphæddina fyri SU inn undir:
Personlig indkomst – hvoraf der ikke skal betales AM-bidrag >
Stipendier fra SU (306) >
Beregn > Godkend
Um onki kemur fram skalt tú skriva ein teldupost til SKAT
Far inn undir Kontakt > vel Skriv til > vel Indkomst og fradrag >
vel Indkomst og fradrag (forskudsopgørelse) > vel Frikort, hovedkort, bikort >
Í tekstteiginum skriv besked greiðir tú frá, at tú ert flutt/fluttur til Danmarkar at lesa og fert at fáa SU (upphædd) og tí vilt
skattaskrásetast.