Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
august 29, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Skattestyrelsen hevur broytt praksis á einum øki í mun til føroyafrádrátt. Skattestyrelsen hevur boðað frá, at tey framyvir minka føroyafrádráttin við møguligum skattafríum veitingum, sum tann lesandi móttekur. Hetta er til dømis børne- og ungeydelse og boligsikring.

Skattastyrelsen vísir á juridisku vegleiðing C.F.8.2.2.20.2 Beskatningsretten til studerendes indkomst, har tað stendur at, ”Gæstestuderendefradraget reduceres med beløb, der modtages fra udlandet til den studerendes underhold eller uddannelse, samt med beløb, der er skattefri her i landet, fx skattefri rejsegodtgørelse efter LL § 9 A. Fradraget reduceres også med indkomst, som er skattefri her i landet i henhold til en DBO.”

Hetta hevur ikki verið praksis fyrr, men Skattestyrelsen greiðir frá, at teirra juridiska deild hevur boðað frá, at vegleiðingin skal tolkast soleiðis.

Um tú til dømis móttekur børne- og familieydelse til barn undir 3 ár, kr. 18.228,- árliga og boligstøtte kr. 18.000,- árliga, so verður føroyafrádrátturin (kr. 46.000,-) og ríkisfelagsskapsfrádrátturin (kr. 36.000,-), minkaður við kr. 36.228,-.

Comments are closed.