Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
november 18, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Skattestyrelsen sendir í hesum døgum brøv út um ’udenlandske økonomiske forhold’ fyri 2018, sum tey hava fingið upplýst frá TAKS. Tað snýr seg í flestu førum um lønarinntøkur, rentuinntøkur og innstandandi í føroyskum peningastovnum pr. 31.12.2018. Tú kanst síggja upphæddirnar undir ’Skatteoplysninger’ í tínari skattamappu á skat.dk. Kanna eftir um upphæddirnar eru rættar og skriva tær inn – fylg leiðbeiningini í brævinum.

Um tú hevur haft lønarinntøku í Føroyum, sum tú hevur føroyafrádrátt til, mæla vit til, at tú í staðin sendir ein teldupost til SKAT via ’kontakt’ og upplýsir um lønarinntøku og biður føroyafrádrátt til føroysku inntøkuna. Tað ber ikki til at seta føroyafrádrátt inn til føroyska lønarinntøku via ‘tast selv’.

Comments are closed.