Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
februar 12, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært ‘lov om social pension’ og flytur til Føroyar, so fært tú sjálvvirkandi tillutað hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum, sambært ‘løgtingslóg um almannapensjónir’.

Mannagongdin er, at tú kunnar kommununa tú býr í Danmark um, at tú flytur. Í Føroyum setur tú teg í samband við Almannaverkið, sum heitir á viðkomandi myndugleikar í Danmark, um at fáa til vega nøktandi upplýsingar.

Leinkja til lóg um almannapensjónir:
https://logir.fo/Logtingslog/48-fra-10-05-1999-um-almannapensjonir-oa-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-150-fra

Flyting av fyritíðarpensjón úr Føroyum til Danmarkar
Um tú hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum og flytur til Danmarkar,  fært tú  sjálvvirkandi tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært ‘lov om social pensjon’.

Mannagongdin er, at tú fyrst kunnar Almannaverkið um, at tú flytur. Kommunan tú flytur til í Danmark, skal aftaná flytingina biðja um nøktandi upplýsingar á donskum frá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur skyldu til, í seinasta lagi 1 mánað aftaná áheitan, at veita nøktandi upplýsingar til viðgerð av umsókn um fyritiðarpensjón í Danmark.

Um tú hevur fingið tillutað miðal ella lægstu fyritíðarpensjón í Føroyum og flytur til Danmarkar, kannst tú varðveita tína fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, hóast tú er búsitandi í Danmark. Vit mæla til, at tú skjótast gjørligt vendir tær til kommununa tú flytur til í Danmark, fyri at fáa avklára tínar møguleikar aftaná 12 mánaðir, tá útgjald av pensjón úr Føroyum steðgar.  

Leinkja til lóg: https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=211764#id7964268f-a41b-4f99-9762-550bf1555b2f

Leinkja til lógaruppskot: https://www.ft.dk/samling/20191/lovforslag/l18/index.htm

Vit mæla til, at tú í landinum tú flytur frá, biður um avrit av týðandi skjølum í málinum, so tú hevur skjølini sjálv/ur.

Comments are closed.