Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 5, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Ársuppgerðin fyri 2019 verður tøk á heimasíðuni hjá SKAT frá 9. mars. Vit arbeiða við at gera nýggjar videovegleiðingar, sum verða lagdar út seinni í mars.

Her er ein fyribils skrivlig vegleiðing

Innrita á skat.dk og vel årsopgørelse 2019. Kanna um upphæddirnar eru rættar, um ikki vel ret årsopgørelse 2019.

Ársuppgerðin 2019 er tillagað til tann einkulta skattaborgaran og tí eru ikki allir teiga tøkir. Um tú manglar teigar skalt tú niðast undir ‘Mangler du en rubrik ovenfor’ trýsta á ‘kontakte os’.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2019, skalt tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin inn, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.
Um tú ikki hevði føroyafrádrátt á tíni forskotsuppgerð fyri 2019 eru teigarnir ikki sjónligir á ársuppgerðini fyri 2019.

Um tú fyrr hevur fingið góðkent føroyafrádrátt, kanst tú í telduposti vísa til, at tú fyrr hevur havt føroyafrádrátt og framvegis er lesandi og tí ynskir at fáa føroyafrádrátt til tína lønarinntøku.
Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt fyrr, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2019 til SKAT.

Umsóknarblaðið finnur tú Her.

Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:

Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú ‘ret årsopgørelse’. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og finnur teigarnar fyri føroyafrádrátt.

Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 46.200 kr.

Um tú hevur forvunnið meira enn 46.200 kr., fert tú til teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr.

Er lesturin byrjaður áðrenn 01.01.2011 skalt tú skriva upphæddina í teig 491. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 71.000 kr..

GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.


Útlendsk inntøka

Hevur tú havt inntøku uttanfyri Danmark skal hendan inntøkan eisini fráboðast SKAT undir ‘Udenlandsk indkomst’. Útlendska inntøkan er eisini fevnd av føroyafrádráttinum, um tú hevur rætt til frádráttin. Skat hevur upplýst, at teigar viðvíkjandi ‘udenlandsk indkomst’ ikki eru tøkir hjá øllum. Um ikki, skalt tú senda teldupost til Skat og boða frá at tú skalt uppgeva útlendska inntøku.

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2019 og skalt brúka føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.

Tá tú hevur gjørt rættingarnar, kemur ein mynd við yvirliti yvir broytingarnar, trýst á ‘godkend’.  Nú kenur ein mynd fram har tú kanst velja at síggja nýggju ársuppgerðina. Í summum førum biður Skat um eina frágreiðing um broytingarnar og í øðrum førum verður boðað frá, at ársuppgerðin ikki klár enn.

Freistin at rætta í vanligu ársuppgerðini er 1. mai 2020, og freistin fyri at uppgeva uttanlandainntøku er 1. juli 2020.

Comments are closed.