Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
april 15, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Í samband við føroyafrádrátt til føroyska inntøku er Skat byrjað at boða frá, at fyri at fáa ágóðan av føroyafrádráttinum til føroysku inntøkuna, skalt tú sletta ella minka um føroysku inntøkuna á ársuppgerðini.

Tað kann tykjast løgið, at tú hevur skyldu til at upplýsa uttanlands inntøkur og síðani fáa boð um at sletta tær aftur. Orsøkin er, at í systeminum hjá Skat er ongin teigur til føroyafrádrátt til føroyska/útlendska inntøku.

Um tú hevur fingið skrivlig boð frá Skat, kanst tú fara inn og sletta ella minka føroysku inntøkuna.

Um tú hevur fingið munnlig boð frá Skat um at sletta føroysku inntøkuna mæla vit til, at tú sendir ein teldupost til Skat gjøgnum skattamappuna undir kontakt, har tú boðar frá, at tú sambært vegleiðing frá Skat hevur slettað/ minkað ta føroysku inntøkuna og upplýs upphæddirnar.

Um Skat hevur upplýst, at tú ikki skalt uppgeva føroysku inntøkuna, mæla vit til at tú sendir ein teldupost til Skat, har tú boðar frá, at tú hevur havt eina føroyska inntøku (upphædd), sum tú skalt brúka føroyafrádrátt til, men Skat hevur upplýst at tú ikki skalt uppgeva inntøkuna.

Sletta føroyska inntøku: Um lønarinntøkan DK/FO er minni enn ‘gæstestuderendefradrag’ – 46.200 kr.

Minka føroysku inntøkuna: Um lønarinntøkurnar eru hægri enn ‘gæstestuderendefradrag’ 46.200 kr., skal føroyska inntøkan minkast við upphæddini fyri ‘gæstestuderendefradrag’ ella restupphædd um tú eisini nýtir frádráttin til danska inntøku.

Har aftrat kanst tú nýta ‘rigsfællesskabsfradrag’ í mesta lagi 36.000 kr.

Comments are closed.