
Umsókn á su.dk – krevur CPR-nr. og NemID
Lestur í Danmark og hevur fingið bústað
Tú fært eitt CPR-nr. í samband við at tú meldar flyting á Borgerservice, bið samstundis um at fáa NemID
Lestur í Danmark, men ikki fingið bústað
Tú skalt søkja um CPR-nr. gjøgnum SU-kontórið á útbúgvingarstovninum við at útfylla eitt oyðublað – umsóknarblað – og avlevera tað saman við avriti av av passi.
Tá tú hevur fingið eitt CPR-nr. fert tú á Borgerservice í kommununi fyri at fáa útflýggjað NemID. Borgerservice krevur í flestu førum at tú útyvir pass, hevur eitt vitni við, ið kann vátta tín samleika. Vitnið skal hava havt NemID í minsta lagi 30 dagar.
So er klárt at søkja um SU á www.su.dk – ‘Min SU’.
Legg til merkis: Tá tú søkir SU, skalt tú undir “Særlige bopælsforhold” – “Fast bopæl i udlandet” – “Flytter du til udlandet eller bor du allerede i udlandet?” seta x í teigin “Ja”.
Søk skjótast gjørligt, tí SU kann ikki søkjast við afturvirkandi kraft.