Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
august 20, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT.
Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum.

Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’

> vel Forskudsopgørelse

Um teigar koma fram skalt tú skriva upphæddina fyri SU inn undir:

Personlig indkomst – hvoraf der ikke skal betales AM-bidrag >
Stipendier fra SU (306) >
Beregn > Godkend

Um onki kemur fram skalt tú skriva ein teldupost til SKAT

Far inn undir Kontakt > vel Skriv til > vel Indkomst og fradrag >
vel Indkomst og fradrag (forskudsopgørelse) > vel Frikort, hovedkort, bikort >

Í tekstteiginum skriv besked greiðir tú frá, at tú ert flutt/fluttur til Danmarkar at lesa og fert at fáa SU (upphædd) og tí vilt skattaskrásetast.

Comments are closed.