Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
september 23, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur inntøku við síðurnar av lestrinum, er mark fyri, hvussu stór henda inntøkan kann verða. Um tú fert uppum markið, skalt tú gjalda studning + rentur aftur. Markið kallast fríupphædd (fribeløb). Fríupphæddin hjá tí einastaka lesandi er roknað eftir lestrarstøðuni í álmanakkaárinum.

Um tú fært studning alt árið, er fríupphæddin í 2020 13.542 kr. (13.373 kr í 2019). um mánaðin fyri víðarigangangdi útbúgvingar, og 8.952 kr. (8.846kr. í 2018) um mánaðin fyri ungdómsútbúgvingar.

Fríupphæddin fyri mánaðir, har tú ikki ert undir útbúgving, er í praktikk ella hevur valt SU frá, eru at finna á heimasíðuni hjá SU – SU-fríbeløb

Tað er ikki fríupphæddin tann einstaka mánaðin, sum er avgerandi, men samlaða fríupphæddin fyri alt álmanakkaárið.

Um tú hevur børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 28.694 kr. ( 28.340 kr. í 2019) um árið fyri hvørt barnið.

Tað eru serligar reglur galdandi fyri lesandi undir 20 ár í ungdóms- útbúgvingum.

Allar inntøkur, uttan studningurin frá SU, skulu roknast við til inntøkuna, eisini inntøkur úr Føroyum.

Um tann samlaða ársinntøkan sær út til at blíva ov høg, so kanst tú velja SU-klipp frá og harvið hækka fríupphæddina. Tú kanst ikki velja klipp frá við afturvirkandi kraft og minst til, at um tú velur klipp frá, so velur tú eisini lán frá.

Tað er eitt gott hugskot at fylgja við inntøkuni gjøgnum árið. Hvussu nógv klipp, tú skalt velja frá, kanst tú rokna út á heimasíðuni hjá SU.

Comments are closed.