Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
marts 10, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Vit hava ikki atgongd til síðurnar hjá SKAT enn, men vit arbeiða við at gera nýggjar vegleiðingar, sum verða lagdar á heimasíðuna seinni í mars.

Her er ein fyribils vegleiðing

Innrita á skat.dk og vel årsopgørelse 2020. Kanna um upphæddirnar eru rættar, um ikki vel ret årsopgørelse 2020.

Ársuppgerðin 2020 er tillagað til tann einkulta skattaborgaran og tí eru ikki allir teigar tøkir. Um tú manglar teigar skalt tú niðast undir ‘Mangler du en rubrik ovenfor’ trýsta á ‘kontakte os’.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt á tíni forskotsuppgerð fyri 2020, skalt tú sjálv/ur seta upphæddinar inn, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.

Um tú ikki hevði føroyafrádrátt á tíni forskotsuppgerð fyri 2020 eru teigarnir ikki sjónligir á ársuppgerðini fyri 2020.

Um tú fyrr hevur fingið góðkent føroyafrádrátt, kanst tú í telduposti vísa til, at tú fyrr hevur havt føroyafrádrátt og framvegis er lesandi og tí ynskir at fáa føroyafrádrátt til tína lønarinntøku.

Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt fyrr, skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2020 til SKAT.

Umsóknarblaðið finnur tú Her.

Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:

Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú ‘ret årsopgørelse’. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og finnur teigarnar fyri føroyafrádrátt.

Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437 ‘Gæstestuderendefradrag’. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 46.500 kr.

Um tú hevur forvunnið meira enn 46.500 kr., fert tú til teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr.

GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.


Útlendsk inntøka

Hevur tú havt inntøku uttanfyri Danmark skal hendan inntøkan eisini fráboðast SKAT undir ‘Udenlandsk indkomst’. Lønarinntøka fyri arbeiði í Føroyum skal uppgevast undir ‘Udenlandsk lønindkomst’ og inntøka fyri arbeiði í Danmark fyri føroyskan arbeiðsgevara, skal uppgevast undir ‘Andre udenlandske indkomster’.

Útlendska inntøkan er eisini fevnd av føroyafrádráttinum, um tú hevur rætt til frádráttin. Skat hevur upplýst, at teigar viðvíkjandi ‘udenlandsk indkomst’ ikki eru tøkir hjá øllum. Um ikki, skalt tú senda teldupost til Skat og boða frá at tú skalt uppgeva útlendska inntøku.

Um tú hevur havt inntøku í Føroyum í 2020 og skalt brúka føroyafrádrátt til hesa inntøku, skalt tú útfylla teigarnar undir ‘Udenlandsk indkomst’, og síðani senda ein teldupost til SKAT umvegis skat.dk og boða frá, at tú hevur eina uttanlanda inntøku og vilt søkja um føroyafrádrátt til hesa inntøku.

Tá tú hevur gjørt rættingarnar, kemur ein mynd við yvirliti yvir broytingarnar, trýst á ‘godkend’.  Nú kemur ein mynd fram har tú kanst velja at síggja nýggju ársuppgerðina. Í summum førum biður Skat um eina frágreiðing um broytingarnar og í øðrum førum verður boðað frá, at ársuppgerðin ikki klár enn.

Freistin at rætta í vanligu ársuppgerðini er 2. mai 2021, og freistin fyri at uppgeva uttanlandainntøku er 1. juli 2021.

Comments are closed.