Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
november 18, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerð fyri 2022 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2022 sær út.

Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2022, skalt tú broyta upphæddirnar.

Føroyafrádrátt til danska lønarinntøku
Um tú hevur føroyafrádrátt, skalt tú seta føroyafrádráttin inn. Danska lønarinntøkan áðrenn AM-bidrag skat skrivast í teig 437 undir ‘Fradrag i den personlige indkomst’, í mesta lagi 46.600 kr.. Um tú forvæntar at fortjena meira enn 46.600 kr.,  skalt tú skriva restupphæddina í teig 419 undir ‘Ligningsmæssige fradrag’ í mesta lagi 36.000 kr. Í kommentarfeltinum kanst tú viðmerkja, at tú fyrr hevur fingið góðkent ‘gæstestuderendefradrag’ og framvegis er undir útbúgving.

Videoleiðbeining frá 2019 kann nýtast: Trýst her 
NB Í teig 437 í mesta lagi 46.600 kr.

Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt, skalt tú senda eina umsókn og skjalprógv fyri at tú ert lesandi við telduposti til SKAT.

Leiðbeining um hvussu tú søkir føroyafrádrátt: Umsókn um føroyafrádrátt

Føroyafrádrátt til føroyska lønarinntøku
Um tú forvæntar at hava føroyska lønarinntøku, sum tú kanst fáa føroyafrádrátt til, kann tað blíva trupult at blíva rætt skattað/ur. Tað ber ikki til at seta inn føroyafrádrátt til útlendska inntøku. Tað skal SKAT gera manuelt. Tá skalt tú senda ein teldupost og upplýsa føroysku inntøkuna og biða um at fáa føroyafrádrátt til føroysku inntøkuna.
Um tú hevur rætt til føroyafrádrátt og lønarinntøkan i Føroyum og Danmark tilsaman er lægri enn føroyafrádrátturin (46.600 kr.) og ríkisfelagsskapsfrádrátturin (36.000 kr.) til saman, mæla vit til at tit bíða við at upplýsa føroysku inntøkuna til í samband við ársuppgerðina.

Comments are closed.