
Føroyingar búsettir uttanfyri Føroyar skulu søkja um útflutningsloyvi á Havstovuni https://www.hav.fo/index.php
Síðan skal útflutningsloyvið sendast til danska myndugleikan, Miljøsturelsens CITIS-sektion, sum skal geva innflutningsloyvi til Danmarkar. Tað kostar kr. 630,- og kann taka 2-4 vikur at viðgera umsóknina. Flytur tú inn grind til Danmarkar uttan neyðugu loyvini, verður tú revsaður við eini bót áljóðandi 5.000 krónur, umframt, at hald verður lagt á grindina.
Føroyingar búsettir í Føroyum, kunnu hava tvøst og spik við til Danmarkar til egna nýtslu. Tó er hvørki loyvt at selja ella lata tvøsti sum gávu til onnur, men tvøsti kann etast saman við vinum og familju.
Sí nærri kunning á heimasíðuni hjá Miljøstyrelsen https://mst.dk/natur-vand/natur/international-naturbeskyttelse/handel-med-truede-arter/groenland-og-faeroeerne/