Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
september 26, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1, stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu.

Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í minsta lagi 10 ár. Tú skalt søkja um undantøku í seinasta lagi 4 vikur aftaná tú ert innkallaður til “Forsvarets dag”.

Tú skalt skjalprógva, at tú hevur búð í minsta lagi 10 ár í Føroyum. Tú kanst venda tær til kommununa í Føroyum har tú búði áðrenn tú flutti til Danmarkar og fáa útskrift av bústaðaryvirlitinum ella biða um bústaðaryvirlit á Vangin.fo

Nærri upplýsningar um Forsvaret eru at finna á heimasíðuni:

www.forsvaret.dk

Umsókn um frítøku fyri hernaðarskyldu í Danmark:

Leinkja til umsóknarblað

Tú skalt logga á við Nemid og velja “Ansøgningskema om fritagelse for for værnepligt i Danmark (Færøerne/Grønland)”.

Tað er umráðandi at reagera tá man móttekur innkalling til “Forsvarets dag”, tí um man ikki reagerar og ikki møtir, fær man eina bót uppá kr. 1000,-.

Comments are closed.