Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa allir menn og kvinnur føddar aftaná 01. juli 2007 eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu, og verða innkallaði til “Forsvarets dag”.
Sambært kunngerð til “Værnepligtsloven” § 1 stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu.
“Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have haft ophold der i mindst 10 år, kan af forsvarsministeren eller den myndighed forsvarsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgning om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde til Forsvarets Dag, jf. § 13, stk. 2”.
Tú skal skjalprogva, at tú hevur búð í minsta lagi 10 ár í Føroyum. Bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni kann heintast á Vanganum.
Nærri upplýsningar um Forsvaret eru at finna á heimasíðuni:
Umsókn um frítøku fyri hernaðarskyldu í Danmark:
Tað er umráðandi at svara tá man móttekur innkalling til “Forsvarets dag”, tí um man ikki svarar/ikki møtir upp, fær man eina bót uppá kr. 1000,-.
