.
Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um frádráttin. Leinkja til umsóknarblað: https://skat.dk/getfile.aspx?id=138929
Niðanfyri er ein videovegleiðing um hvussu tú søkir føroyafrádrátt, somuleiðis sum tú kanst finna eina skrivlig vegleiðing her.
- at senda skjalprógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv
- at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári, men um tú fyrr hevur fingið játtað føroyafrádrátt og tað ikki er hendar broytingar í útbúgvingini, ber til sjálv/ur at skriva føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina og í kommentarfeltinum vísa til at man hevur fingið játtað føroyafrádrátt og framvegis er undir útbúgvning.
Minst til:
- at hava við ella senda skjalprógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv
- at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.
Um tú hevur havt rætt til og hevur fingið føroyafrádrátt, kanst tú søkja umaftur við at fara inn á heimasíðina hjá Skat og logga á við NemID. Síðani velur tú ændre forskudsopgørelse.
Tú skalt tú skriva upphæddina í teig 437, lønarinntøkan áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 45.000 kr. Um tú hevur tjent meira enn 45.000 kr, skalt tú skriva restupphæddina undir í teig 419, í mesta lagi 36.000 kr.
Tá tú broytir inntøkur í árinum, ráða vit til, at tú eisini útfyllir teigarnir undir ‘Indtægt og betalt skat indtil ændring’. Tú skalt skriva SU (Brutto) í teig 353. Lønarinntøkuna (Bruttoindkomst) í teig 360. Síðani goldnan A-skat av bæði SU og løn í teig 361. Hesar upphæddir finnur tú í skattamappuni undir “Søg i indkomstoplysninger” – vel tíðarskeið, vel ‘Summeret’ og síðani ‘Hent oplysning’.
Les meira um Føroyafrádrátt her:
- Hvat er Føroyafrádráttur?
- Treytir
- Eru undantøk?
- Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin?
- Um tú fært noktað Føroyafrádrátt
- Kann Føroyafrádráttur brúkast til SU?
- Sjálvuppgáva og Føroyafrádráttur
- Gildistíð fyri Føroyafrádrátt – hvussu leingi?
- Um tú ikki fert heimaftur
- Hvat sigur lógin?