Tú hevur søkt um føroyafrádrátt, og brádliga verður eingin skattur rindaður av tínum SU. Kortini verður lønin frá tínum arbeiðsgevara vanliga skattað. Hvussu ber tað til?
Niðanfyri greiða vit frá, hvussu inntøkurnar verða býttar á høvuðs- og bikort, og tískil bert skattafrítekur eina inntøku. Tó ber til at umbiðja bruttotrekkort frá SKAT, soleiðis, at tú fært størri ágóða av frádráttinum hvønn mánað.
Skattakort
»Skattakort« er samheitið fyri fríkort, bikort og høvuðskort, og verða hesi brúkt fyri at rokna út, hvussu tínar inntøkur skulu skattast.
Hevur tú fleiri inntøkur (t.d. lønarinntøku og SU), verða inntøkurnar skattaðar ymiskt, og tí er neyðugt at kunna arbeiðsgevaran ella SU, hvat skattakort skal nýtast. Bert ein inntøka kann nýtast á høvuðskortinum, og er tað ætlað tíni størstu ársinntøku. Til allar aðrar inntøkur skalt tú nýta bikortið.
- Høvuðskortið er ætlað størstu inntøkuni hjá tær (t.d. SU: 6.243 kr/mðn).
- Bikortið verður bert nýtt, um tú hevur aðrar, lægri, inntøkur (t.d. arbeiðsgevarar: 3.000 kr/mðn).
Persónsfrádráttur
Øll hava ein árligan persónsfrádrátt, sum kann síggjast á forskotsuppgerðini. Hevur tú føroyafrádrátt, verður hann lagdur afturat persónsfrádráttinum, og hækkar mánaðarliga frádráttin tilsvarandi.
- Persónsfrádráttur: 46.500 (3.875 kr./mðn)
- Byrjað lesna eftir des. 2010 Føroyafrádráttur: 82.500 (6.875 kr./mðn)
- Byrjað lesna áðrenn jan. 2011 Føroyafrádráttur: 71.000 (5.917 kr./mðn)
Tilsamans kann tín árligi frádráttur fyri 2020 í mesta lagi røkka ávikavist 129.000 og 117.500 krónum. Tá ið árligi frádrátturin er hægri enn árliga SU-inntøkan á høvuðskortinum, fer eingin skattur av SU, meðan vanligur skattur fer av inntøkuni á bikortinum.
Altso fært tú ikki fullan ágóða av tínum frádrátti fyri hvønn mánað, og tískil fært tú oftast afturborið ov nógv goldnan skatt.
Bruttokort
Ynskir tú størri ágóða av tínum frádrátti fyri hvønn mánað, ber til at biðja SKAT um eitt bruttotrekkort. Við bruttotrekkortinum rindar tú sama skattaprosent av bæði SU og lønarinntøkuni. Tá er tó umráðandi at uppgeva væntaðu lønarinntøku fyri árið so neyvt gjørligt, soleiðis at tú rindar rætta skattin.