Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Sosialráðgevi til Ráðgevingina

januar 21, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark søkir sosialráðgeva 30 tímar um vikuna frá 1. apríl 2021 ella eftir nærri avtalu. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at veita føroyingum í Danmark ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og útbúgvingarligum viðurskiftum. Vit […]

Jólafrí

december 22, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd frá 23. desember til og við 3. januar 2021. Vit í Ráðgevingini ynskja gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Forskudsopgørelse 2021

november 17, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerð fyri 2021 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2021 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2021, skalt tú broyta upphæddirnar. Føroyafrádrátt til danska lønarinntøkuUm tú […]

Mikudagin 7. oktober hava vit telefonviðtalu millum 15.00 – 17.00

oktober 7, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Í dag eru vit á fundi við føroysku fólkatingslimirnar og Sendistovu Føroya, har millum annað markaforðingar innan ríkisfelagsskapin eru á skránni. Tí er viðtalutíðin broytt til 15.00 – 17.00 í dag.

SU og inntøka

september 23, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur inntøku við síðurnar av lestrinum, er mark fyri, hvussu stór henda inntøkan kann verða. Um tú fert uppum markið, skalt tú gjalda studning + rentur aftur. Markið kallast fríupphædd (fribeløb). Fríupphæddin hjá tí einastaka lesandi er roknað eftir lestrarstøðuni í álmanakkaárinum. Um […]

Hernaðarskylda

september 10, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1 stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í […]

Nýggj lesandi – skattaskráseting av SU

august 20, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT.Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum. Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’ > vel Forskudsopgørelse Um teigar koma fram skalt tú […]

Umsókn um SU og CPR-nr.

august 13, 2020 by Ikke kategoriseret No Comments

Umsókn á su.dk – krevur CPR-nr. og NemID Lestur í Danmark og hevur fingið bústaðTú fært eitt CPR-nr. í samband við at tú meldar flyting á Borgerservice, bið samstundis um at fáa NemID Lestur í Danmark, men ikki fingið bústaðTú skalt søkja um CPR-nr. gjøgnum […]