Upplatingartíðir í summar
Ráðgevingin hevur opið sum vant í summar, tó bert telefonviðtala týsdagar.
Eigi eg frítíðarpening til góðar?
Í summum førum er neyðugt at søkja um frítíðarpeningin í Danmark. Alt eftir hvussu stóra upphædd tú hevur forvunnið frá tínum arbeiðsgevara, og hvussu nógvan frítíðarpening tú eigur til góðar, kann tað vera, at tú sjálv/ur skalt søkja um at fáa peningin útgoldnan á kontu. Hetta […]
Set føroyafrádráttin á ársuppgerðina
Vit hava gjørt tykkum vegleiðingar til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2016, sí niðast fyri skrivliga og videovegleiðingar. Fekst tú føroyafrádrátt í 2016, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini. […]
Ráðgevingin vitjar í Aarhus leygardagin 1. apríl 2017.
Ráðgevingin vitjar í Áarstovu í Aarhus leygardagin 1. apríl 2017 kl. 15.00 – 18.00. Á skránni er: – Stutt um virksemið hjá Ráðgevingini – Framløga um sjálvsuppgávuna/ársuppgerðina 2016 og hvussu ein setur inn føroyafrádráttin. – Um tørvur er kann forskotsuppgerð fyri 2017 eisini takast upp. […]
Føroyafrádráttur og ársuppgerð/sjálvuppgáva 2016
Ársuppgerðin fyri 2016 er nú tøk á heimasíðuni hjá SKAT. Vit leggja dagførda videovegleiðing út skjótast gjørligt. Vegleiðing fyri 2015 kann nýtast: Leiðbeining ársuppgerð 2015 Tó kannst tú í teig 54 – Fradrag for fiskere, DIS…. (Rigsfællesskabsfradrag) í mesta lagi skriva somu upphædd sum á Forskudsopgørelse […]
Skriva ritgerð við Ráðgevingini
Ert tú áhugað/ur at skriva um føroysk viðurskifti í tíni bachelor-, master- ella kandidatritgerð? So vilja vit fegin hoyra frá tær. Vit hava góðar royndir av samstarvi við føroysk lesandi um ritgerðir, og ynskja fegin at halda fram. Okkara leiklutur sum samstarvsfelagið við teg verður faklig […]
Føroyafrádráttur og skattakort
Niðanfyri greiða vit frá, hvussu inntøkurnar verða býttar á høvuðs- og bikort. Skattakort »Skattakort« er samheitið fyri fríkort, bikort og høvuðskort, og verða hesi brúkt fyri at rokna út, hvussu tínar inntøkur skulu skattast. Hevur tú fleiri inntøkur (t.d. lønarinntøku og SU), verða inntøkurnar skattaðar […]
Forskotsuppgerð 2017 og Føroyafrádráttur
Her er ein vegleiðing um hvussu tú setur føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina fyri 2017.
