Jólafrí
Ráðgevingin er stongd frá 22. desember 2023 til 2. januar 2024. Vit ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.
Forskotsuppgerð 2024
Forskotsuppgerðin fyri 2024 liggur nú í skattamappuni. Tú finnur tína forskotsuppgerð við at rita inn á skat.dk við MitID. Kanna um upphæddirnar svara til tað tú væntar fyri 2024, og um tær ikki gera, so rætta upphæddirnar. Um tú hevur lønarinntøku og føroyafrádrátt skulu upphæddirnar […]
Hernaðarskylda
Sambært Værnepligtsloven § 1, stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv í e-boks viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum […]
Røktarfarloyvi
Ráðgevingin hevur fingið fleiri fyrispurningar frá føroyingum, búsettir í Danmark, um møguleikan at fara til Føroyar at ansa sínum nærmastu heima ta seinastu tíðina og fáa eina samsýning (plejevederlag ) um tey hava inntøkumiss. Hetta er ein skipan sum er heimilað í donsku servicelógini og […]
Pisudagur 2023
Ráðgevingin luttók 4. august á tiltakinum Pisudagur 2023, sum er eitt kunningartiltak fyri lesandi, sum MFS og Betri Banki skipaðu fyri. Á heimasíðuni hjá Ráðgevingini finnur tú kunning um nógv ymisk viðurskifti í samband við flyting til DK og lestur https://radgevingin.dk/ Eisini ert tú vælkomin […]
Pisudagur 2023
Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í tiltakinum hjá Betri Banka og MFS, Pisudagur, fríggjadagin 4. august kl 18.00, Yviri við Strond 2.
Ráðgevingin heldur summarfrí
Ráðgevingin er stongd í viku 29 og 30, frá mánadegnum 17. juli til fríggjadagin 28. juli 2023.
Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum
Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi. Vit kunnu: Les meira um ymisk viðurskifti í samband við sjúku undir “Sjúklingar”
