Bræv frá SKAT um útlendsk viðurskifti
Vit hava fingið nógvar fyrispurningar eftir, at SKAT hevur sent út ein teldupost til fleiri føroyingar í Danmark. Her hava vit samlað saman vegleiðandi kunningartilfar. Fleiri hava fingið teldupost frá SKAT, har sagt verður frá, at SKAT hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2016. Upplýsingarnir, […]
Broyting av upplatingartíðum
Týsdagar er bert telefonviðtala.
Set føroyafrádráttin á ársuppgerðina
Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2017, sí niðast fyri videovegleiðing. Fekst tú føroyafrádrátt í 2017, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini. Hevði […]
Hjálpirøturnar í bláa húsinum
Sissal Kampmann hevur verið á vitjan í Ráðgevingini og gjørt eina útvarpsending um Ráðgevingina og virksemið hjá stovninum. Hoyr sendingina “Hjálpirøtirnar í blá húsinum” HER
Forskudsopgørelse 2018
Forskotsuppgerð fyri 2018 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2018 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2018, skalt tú broyta upphæddirnar. Um tú hevur føroyafrádrátt, skalt […]
Ongin viðtalutíð frá 6. til og við 9. november 2017
Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 45 – 6. til og við 9. november . Endamálið er at styrka samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka á facebook.
Ivamál? Kom á hugnakvøld!
Kom og set okkum spurningar hóskvøldið 14. september í Føroyahúsinum! Eins og undanfarin ár tekur Ráðgevingin lut á útisetakvøldinum í Føroyahúsinum, sum BankNordik skipar fyri. Tiltakið er ætlað sum eitt hugnakvøld, har nýliga tilfluttir føroyingar fáa høvi at kunna seg um praktisk ivamál við at […]
Fer ov nógvur skattur av tínum SU?
Ert tú nýliga flutt/ur niður í lestrarørindum, kann tað vera, at tú ikki ert rætt skrásett/ur hjá SKAT, og tískil fer ov nógvur skattur av studninginum. Vanliga fær SU beinleiðis boð frá SKAT, at tú ert lesandi, men tað er umráðandi, at tryggja tær, at […]
