Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2019
Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’, Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]
Føroyafrádráttur og ársuppgerð 2019
Vegleiðing til hvussu tú setir Føroyafrádráttin á tína ársuppgerð Um tú hevur havt føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, koma teigarnir fyri føroyafrádrátt fram og tú skalt sjálv skriva upphæddirnar inn. Sí leiðbeining niðanfyri.F Um tú ikki hevur havt føroyafrádrátt á forskudsopgørelsen, eru teigarnir ikki sjónligir. Hevur tú […]
Ongin persónlig viðtala í Ráðgevingini
Ráðgevingin fylgir tilmælunum hjá myndugleikunum í mun til coronavirus. Tí er ongin persónlig viðtala í Ráðgevingini til og við 13.4.2020. Vit svara telefon í vanligu upplatingartíðini og svara fyrispurningum á telduposti og innbakka á facebook.
Ongin persónlig viðtala í Ráðgevingini
Ráðgevingin fylgir tilmælunum hjá myndugleikunum í mun til coronavirus. Tí er ongin persónlig viðtala í Ráðgevingini frá í dag og fyribils komandi tvær vikurnar. Vit svara fyrispurningum á telefon, telduposti og innbakka á facebook.
Ársuppgerð 2019
Ársuppgerðin fyri 2019 verður tøk á heimasíðuni hjá SKAT frá 9. mars. Vit arbeiða við at gera nýggjar videovegleiðingar, sum verða lagdar út seinni í mars. Her er ein fyribils skrivlig vegleiðing Innrita á skat.dk og vel årsopgørelse 2019. Kanna um upphæddirnar eru rættar, um […]
Ongin viðtalutíð frá 24. til og við 27. februar 2020
Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 9, 24. til og við 27. februar 2020. Endamálið er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka á facebook.
Nýggj lóggáva um flyting av fyritíðarpensjón millum Danmark / Føroyar
Um tú hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært ‘lov om social pension’ og flytur til Føroyar, so fært tú sjálvvirkandi tillutað hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum, sambært ‘løgtingslóg um almannapensjónir’. Mannagongdin er, at tú kunnar kommununa tú býr í Danmark um, at tú flytur. Í […]
Jólafrí
Ráðgevingin er stongd frá 23. desember 2019 til og við 5. januar 2020. Vit ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.
