Nýggj lesandi – skattaskráseting av SU
Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT.Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum. Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’ > vel Forskudsopgørelse Um teigar koma fram skalt tú […]
Umsókn um SU og CPR-nr.
Umsókn á su.dk – krevur CPR-nr. og NemID Lestur í Danmark og hevur fingið bústaðTú fært eitt CPR-nr. í samband við at tú meldar flyting á Borgerservice, bið samstundis um at fáa NemID Lestur í Danmark, men ikki fingið bústaðTú skalt søkja um CPR-nr. gjøgnum […]
Betri Pisudagur 2020
31. juli 2020 skipa MFS, Betri og Vegleiðingarstovn fyri Betri Pisudagur. Ráðgvingin fyri føroyingar í Danmark luttekur via Zoom, har vit fara at greiða frá millum annað flyting, cpr.nr., NemId, SU, skatt og hernaðarskyldu.
Ráðgevingin heldur summarfrí
Ráðgevingin er stongd í viku 29, frá mánadegnum 13. juli til fríggjadag 17. juli. Mánadagin 20. juli 2020 sita vit aftur klárar at svara spurningum á telefon, telduposti ella innbakka á facebook. Um tú ynskir persónliga viðtalu, so avtala eina tíð.
Persónlig viðtala
Frá 8. juni ber til eftir avtalu at koma til persónliga viðtalu í Ráðgevingini. So ring ella send ein teldupost og avtala eina tíð.
Hevur tú fingið boð frá Skat um at sletta føroysku inntøkuna á ársuppgerðini?
Í samband við føroyafrádrátt til føroyska inntøku er Skat byrjað at boða frá, at fyri at fáa ágóðan av føroyafrádráttinum til føroysku inntøkuna, skalt tú sletta ella minka um føroysku inntøkuna á ársuppgerðini. Tað kann tykjast løgið, at tú hevur skyldu til at upplýsa uttanlands […]
Ongin persónlig viðtala
Tað er framvegis ongin persónlig viðtala í Ráðgevingini. Vit svara fyrispurningum umvegis telefon, teldupost ella innbakka á facebook.
Ráðgevingin heldur páskafrí
Ráðgevingin er stongd frá mánadegnum 6. apríl til og við 13. apríl 2020. Týsdagin 14. apríl 2020 sita vit klárar at svara spurningum á telefon, telduposti ella innbakka á facebook.
