Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2021

marts 15, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]

Ráðgevingin í Føroyum

februar 24, 2022 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 9, frá 28. februar til og við 3. mars 2022. Endamálið við ferðini er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka […]

Jólafrí

december 22, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd frá 23. desember til og við 2. januar 2022. Vit í Ráðgevingini ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.

Tvøst og spik við til Danmarkar

november 25, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Føroyingar búsettir uttanfyri Føroyar skulu søkja um útflutningsloyvi á Havstovuni https://www.hav.fo/index.php Síðan skal útflutningsloyvið sendast til danska myndugleikan, Miljøsturelsens CITIS-sektion, sum skal geva innflutningsloyvi til Danmarkar. Tað kostar kr. 630,- og kann taka 2-4 vikur at viðgera umsóknina. Flytur tú inn grind til Danmarkar uttan […]

Forskudsopgørelse 2022

november 18, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerð fyri 2022 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2022 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2022, skalt tú broyta upphæddirnar. Føroyafrádrátt til danska lønarinntøkuUm tú […]

Hernaðarskylda

oktober 5, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1 stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í minsta lagi […]

Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum

september 2, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi í sosialum viðurskiftum. Vit kunnu: Ráðgeva og vegleiða í persónligum og sosialum spurningum Upplýsa um rættindi Hjálpa við umsóknum Virka sum sambindingarlið millum teg, mynduleikar og stovnar […]

Ráðgevingin er í Føroyum

juli 26, 2021 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er í Føroyum og luttekur í kunningartiltøkum hjá Bank Nordik og hjá Betri Banka Vit luttaka í tiltakinum Betri Pisudagar 5. august 2021