Persónlig viðtala
Tað ber nú aftur til, eftir avtalu at koma til persónliga viðtalu í Ráðgevingini. So ring ella send ein teldupost og avtala eina tíð. Eisini kunnu vit framvegis hittast á Teams.
Korona-koppseting
Føroyingar, ið eru fyribils staddir í Danmark, kunnu eisini verða koppsettir móti koronu. Einasta krav er, at man er í landinum í minsta lagi í 30 dagar og ikki er komin til landið við tí fyri eyga at verða koppsettur. Um føroyingar ynskja at verða […]
Ráðgevingin er stongd hósdagin 27. mai
Ráðgevingin er stongd hósdagin 27. mai vegna móttøku í samband við, at Randi Johannesen fer frá á eftirløn. Móttøkan er vegna coronatilmælum fyri innbodnum.
1. mai byrjaði Ingrid í Ráðgevingini
1.mai byrjaði Ingrid Jensen í Ráðgevingini. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, umframt at hava masterútbúgving í sosialum arbeiði. Ingrid hevur drúgvar starvsroyndir bæði í Føroyum og í Danmark, og vit eru fegin um at fáa gagn av hennara vitan og royndum.
Inntøkur uttanlands og ársuppgerð 2020
Um tú hevur havt inntøkur frá útlandinum, herundir Føroyum, skulu hesar inntøkur uppgevast til SKAT. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband […]
Føroyafrádrátt á ársuppgerð
Leiðbeining 1 – Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina: Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú ‘ret årsopgørelse’. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og finnur teigarnar fyri føroyafrádrátt. Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437 […]
Ársuppgerðin fyri 2020 er tøk á skat.dk
Vit hava ikki atgongd til síðurnar hjá SKAT enn, men vit arbeiða við at gera nýggjar vegleiðingar, sum verða lagdar á heimasíðuna seinni í mars. Her er ein fyribils vegleiðing Innrita á skat.dk og vel årsopgørelse 2020. Kanna um upphæddirnar eru rættar, um ikki vel […]