Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Bræv frá SKAT um útlendsk viðurskifti

juni 15, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Vit hava fingið nógvar fyrispurningar eftir, at SKAT hevur sent út ein teldupost til fleiri føroyingar í Danmark. Her hava vit samlað saman vegleiðandi kunningartilfar. Fleiri hava fingið teldupost frá SKAT, har sagt verður frá, at SKAT hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2016. Upplýsingarnir, […]

Broyting av upplatingartíðum

maj 9, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Týsdagar er bert telefonviðtala.

Set føroyafrádráttin á ársuppgerðina

marts 11, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2017, sí niðast fyri videovegleiðing. Fekst tú føroyafrádrátt í 2017, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini. Hevði […]

Hjálpirøturnar í bláa húsinum

februar 21, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Sissal Kampmann hevur verið á vitjan í Ráðgevingini og gjørt eina útvarpsending um Ráðgevingina og virksemið hjá stovninum. Hoyr sendingina “Hjálpirøtirnar í blá húsinum” HER

Forskudsopgørelse 2018

november 23, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Forskotsuppgerð fyri 2018 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2018 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2018, skalt tú broyta upphæddirnar. Um tú hevur føroyafrádrátt, skalt […]

Ongin viðtalutíð frá 6. til og við 9. november 2017

november 3, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 45 – 6. til  og við 9. november . Endamálið er at styrka samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum  og fyrispurningum í innbakka á facebook.  

Ivamál? Kom á hugnakvøld!

september 12, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Kom og set okkum spurningar hóskvøldið 14. september í Føroyahúsinum! Eins og undanfarin ár tekur Ráðgevingin lut á útisetakvøldinum í Føroyahúsinum, sum BankNordik skipar fyri. Tiltakið er ætlað sum eitt hugnakvøld, har nýliga tilfluttir føroyingar fáa høvi at kunna seg um praktisk ivamál við at […]

Fer ov nógvur skattur av tínum SU?

september 7, 2017 by Ikke kategoriseret No Comments

Ert tú nýliga flutt/ur niður í lestrarørindum, kann tað vera, at tú ikki ert rætt skrásett/ur hjá SKAT, og tískil fer ov nógvur skattur av studninginum. Vanliga fær SU beinleiðis boð frá SKAT, at tú ert lesandi, men tað er umráðandi, at tryggja tær, at […]