Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Skal tú flyta til Danmarkar at lesa?

januar 16, 2023 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Um tú skal flyta til Danmarkar at lesa, skal tú bíleggja tær tíð á Borgerservice, til at boða frá flyting. Ger hetta í góðari tíð, tí har kann vera long bíðitíð. Tað skal boðast frá flyting á Borgerservice í kommununi tú flytur til. Tú skal […]

Jólafrí

december 20, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Ráðgevingin er stongd frá 23. desember 2022 til og 2. januar 2023. Vit ynskja gleðilig jól og gott nýggjár.

Forskudsopgørelse 2023

november 16, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Forskotsuppgerð fyri 2023 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2023 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2023, skalt tú broyta upphæddirnar. Um tú hevur lønarinntøku og […]

Brævatkvøða til Løgtingsvalið 2022

november 14, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Veljarar staddir í Keypmannahavn kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K. Eisini ber til at brævatkvøða í tí kommununi man býr í. Mælt verður til at avgreiða brævatkvøðu í seinasta lagi mánadagin 28. november […]

Tvøst og spik við til Danmarkar

november 3, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Føroyingar búsettir uttanfyri Føroyar skulu søkja um útflutningsloyvi á Havstovuni https://www.hav.fo/index.php Síðan skal útflutningsloyvið sendast til danska myndugleikan, Miljøsturelsens CITIS-sektion, sum skal geva innflutningsloyvi til Danmarkar. Tað kostar kr. 630,- og kann taka 2-4 vikur at viðgera umsóknina. Flytur tú inn grind til Danmarkar uttan […]

Fólkatingsvalið 1. novembur 2022

oktober 13, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Føroyingar sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 31. oktobur, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark. Tú kannst brævatkvøða frá 11. oktobur. Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí atkvøðurnar skulu vera frammi […]

Hernaðarskylda

september 26, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Sambært Værnepligtsloven § 1, stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í minsta […]

Sosialráðgevi á Sjúklingahotellinum

september 12, 2022 • by • Ikke kategoriseret • No Comments

Sosialráðgevi frá Ráðgevingini er á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag. Vit ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og teirra avvaraðandi. Vit kunnu: Les meira um ymisk viðurskifti í samband við sjúku undir “Sjúklingar”