Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Ársuppgerðin & Sjálvuppgávan 2018

marts 12, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ársuppgerðin fyri 2018 er nú tøk á heimasíðuni hjá SKAT, og vit hava gjørt tykkum nakrar videovegleiðingar niðanfyri. Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2018, skalt eisini tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin á ársuppgerðina, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á […]

Bræv frá Skattestyrelsen viðvíkjandi útlendsk viðurskifti?

februar 21, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Fleiri hava fingið teldupost frá Skattestyrelsen, har sagt verður frá, at skattestyrelsen hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2017. Upplýsingarnir, sum Skattestyrelsen hevur móttikið frá TAKS, er inniogn í føroyskum peningastovnum, rentuinntøkur og innistandandi í pensjónsskipanum. Hesar sært tú, um tú ritar inn á sjálvavgreiðsluna […]

Ongin viðtalutíð frá 11. til og við 14. februar 2019

februar 10, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevarnir eru í Føroyum í viku 7 – 11. til og við 14. februar 2019. Endamálið er at menna samstarvið við føroyskar myndugleikar og stovnar, sum Ráðgevingin samstarvar við. Ongin viðtala er í vikuni, men vit svara teldupostum og fyrispurningum í innbakka á facebook.

Ráðgevingin er stongd hósdagin 31. januar 2019

januar 30, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er stongd hósdagin 31. januar 2019. Vit hava temadag saman við sjúkrarøktarfrøðingunum á Sjúklingahotellinum Tórhavn, har menning av tvørfakligum samstarvi er í fokus.

Gleðilig jól og gott nýggjár

december 20, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin er farin í jólafrí. Vit verða aftur mikudagin 2. januar 2019. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Forskotsuppgerð 2019

november 21, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

  Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á forskotsuppgerðina frá SKAT fyri 2019, sí niðast fyri videovegleiðing. Nú er klárt at seta inn tær upphæddirnar, sum tú væntar at forvinna fyri komandi ár. Ert tú lesandi við einum starvi afturat […]

Ráðgevingin nýggjan bústað

oktober 10, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

10. oktober lata vit upp í nýggjum hølum á Norðuratlantsbryggju, Strandgade 91. Vit hava fingið innivist í søguliga norðuratlantiska mentanardeplinum, meðan Føroyahúsið er undir umvæling, og koma at húsast á fjórðu hædd saman við føroysku sendistovuni. Upplatingartíðirnar hjá okkum eru óbroyttar, tó at persónlig viðtala […]

Bjørg Svartá er nýggjur sosialráðgevi í Ráðgevingini

oktober 1, 2018 by Ikke kategoriseret No Comments

Í dag tók Bjørg Svartá við starvi sum sosialráðgevi hjá okkum á Ráðgevingini. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur harafturat diplomútbúgving í sosialum arbeiði. Bjørg hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi innan bæði tað almenna og privata øki. Í 13 ár starvaðist hon hjá eini kommunu […]