Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Nýggj lesandi – Skattaskráseting av SU

august 19, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT. Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum. Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’ > vel Forskudsopgørelse Um teigar koma […]

Løgtingsval 31. august 2019

august 6, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Brævatkvøða til Løgtingsvalið 2019 Brævatkvøðan skal verða móttikin í Føroyum í seinasta lagi valdagin 31. august 2019 kl. 10.00, mælt verður tí til at atkvøða í góðari tíð. Veljarir staddir í Danmark kunnu atkvøða her: Borgerservice í kommununum Mælt verður til at hava samleikaprógv – […]

Pisudagar 2019

juli 24, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

  Ráðgevarnir luttaka í Pisudagar 2019 í Føroyum. 31. juli kl. 19.00 í Betri, Heiðavegur 17, Saltangará og 1. august kl. 19.00 í Betri, Sverrisgøta 3, Tóshavn. Á Pisudøgunum 2019 verður høvi til  at fáa svar uppá spurningar, fáa góð lestrar- og fíggjarráð og tosa […]

Flyting av skrivstovu

juli 17, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin flytur sína skrivstovu Ráðgevingin hevur sum kunnugt havt skrivstovu á Sendistovu Føroya meðan Føroyahúsið hevur verið undir umvæling og tað hevur roynst sera væl at vera ein partur av einum skrivstovufelagsskapi í tí dagliga. Ráðgevingin hevur fingið møguleika fyri framhaldandi at leiga eitt skrivstovuhøli […]

Upplatingartíðir í summar

juni 20, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Ráðgevingin hevur opið sum vanligt, tó bert telefonviðtalu týsdagar í tíðarskeiðinum 25. juni – 22. juli. Í viku 31, sum er 29. juli – 1. august, er ongin viðtala, tí Ráðgevarirnir eru í Føroyum og luttaka í Pisudøgum. Vit svara mailfyrispurningum.

Inntøka úr Føroyum og ársuppgerð 2018

juni 20, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Um tú býr í Danmark og hevur havt inntøku úr Føroyum í 2018, skal inntøkan uppgevast í Danmark. Seinasta freist er 1. juli 2018. Um tú ert lesandi og hevur rætt til føroyafrádrátt, kannst tú brúka føroyafrádráttin til føroysku inntøkuna. Leinkja til vegleiðing um hvussu […]

Fólkatingsvalið 5. juni 2019

maj 16, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Føroyingar sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 5. juni, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark. Tú kannst brævatkvøða frá 15. mai. Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí  atkvøðurnar skulu vera […]

Orlov frá lestrinum og føroyafrádráttur

april 11, 2019 by Ikke kategoriseret No Comments

Skattestyrelsen hevur sent út nýggjar leiðreglur viðvíkjandi ‘gæstestuderendefradrag’ (føroyafrádrátti). Sambært leiðreglunum steðgar rætturin til føroyfrádrátt um tú tekur orlov frá lestrinum. Tá tú  hevur orlov, ert tú ikki lestrarvirkin og tí metir Skattestyrelsen at tú ikki longur ert í Danmark bert í lestarørindum. Um tú […]