Sosialráðgevi til Ráðgevingina
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark søkir sosialráðgeva 30 tímar um vikuna frá 1. apríl 2021 ella eftir nærri avtalu. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at veita føroyingum í Danmark ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og útbúgvingarligum viðurskiftum. Vit […]
Jólafrí
Ráðgevingin er stongd frá 23. desember til og við 3. januar 2021. Vit í Ráðgevingini ynskja gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Forskudsopgørelse 2021
Forskotsuppgerð fyri 2021 liggur nú í skattamappuni. Á heimasíðuni hjá SKAT kanst tú hyggja eftir hvussu tín forskotsuppgerð og skattakort fyri 2021 sær út. Tjekka upphæddirnar og um tær ikki svara til tað tú forvæntar fyri 2021, skalt tú broyta upphæddirnar. Føroyafrádrátt til danska lønarinntøkuUm tú […]
Mikudagin 7. oktober hava vit telefonviðtalu millum 15.00 – 17.00
Í dag eru vit á fundi við føroysku fólkatingslimirnar og Sendistovu Føroya, har millum annað markaforðingar innan ríkisfelagsskapin eru á skránni. Tí er viðtalutíðin broytt til 15.00 – 17.00 í dag.
SU og inntøka
Um tú hevur inntøku við síðurnar av lestrinum, er mark fyri, hvussu stór henda inntøkan kann verða. Um tú fert uppum markið, skalt tú gjalda studning + rentur aftur. Markið kallast fríupphædd (fribeløb). Fríupphæddin hjá tí einastaka lesandi er roknað eftir lestrarstøðuni í álmanakkaárinum. Um […]
Hernaðarskylda
Sambært Værnepligtsloven § 1 stk. 3 kunnu føroyingar søkja um undantøku frá hernaðarskyldu. Aftaná flyting úr Føroyum til Danmarkar fáa mannfólk eitt bræv viðvíkjandi hernaðarskyldu. Innkalling til “Forsvarets dag”, har tað verður upplýst, at møguleiki er fyri undantøku um tú hevur búð í Føroyum í […]
Nýggj lesandi – skattaskráseting av SU
Tá tú flytir til Danmarkar er tað er umráðandi at tú ert fyribilsskattaskrásett/ur (forskudsregistreret) hjá SKAT.Annars trekkir SU uml. 55 % í skatti av studninginum. Tú kanst skattaskráseta teg við at logga á skat.dk við NemId ‘som borger’ > vel Forskudsopgørelse Um teigar koma fram skalt tú […]
Umsókn um SU og CPR-nr.
Umsókn á su.dk – krevur CPR-nr. og NemID Lestur í Danmark og hevur fingið bústaðTú fært eitt CPR-nr. í samband við at tú meldar flyting á Borgerservice, bið samstundis um at fáa NemID Lestur í Danmark, men ikki fingið bústaðTú skalt søkja um CPR-nr. gjøgnum […]