Ráðgevingin nýggjan bústað
10. oktober lata vit upp í nýggjum hølum á Norðuratlantsbryggju, Strandgade 91. Vit hava fingið innivist í søguliga norðuratlantiska mentanardeplinum, meðan Føroyahúsið er undir umvæling, og koma at húsast á fjórðu hædd saman við føroysku sendistovuni. Upplatingartíðirnar hjá okkum eru óbroyttar, tó at persónlig viðtala […]
Bjørg Svartá er nýggjur sosialráðgevi í Ráðgevingini
Í dag tók Bjørg Svartá við starvi sum sosialráðgevi hjá okkum á Ráðgevingini. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur harafturat diplomútbúgving í sosialum arbeiði. Bjørg hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi innan bæði tað almenna og privata øki. Í 13 ár starvaðist hon hjá eini kommunu […]
SU uttan bústað
Hvussu kann ein fáa SU útgjaldið, um ein hvørki hevur NemID ella fastan bústað í Danmark? Vit hava eina vegleiðing til tykkum her: 1. Um tú hvørki hevur ein skrásettan bústað ella danskt CPR, skalt tú fyrst og fremst útfylla hetta umsóknarblaðið. 2. NemID 3. […]
Vit koma til Føroyar!
Í viku 31 eru vit í Føroyum, har vit taka lut í kunningartiltøkunum fyri føroyingar, ið ætla sær at fara undir víðari lesnað. Talan er um Pisudagarnir, sum MFS og Betri banki skipa fyri, og »Hjálp, eg skal uttanlands at lesa«, sum Ó og BankNordik […]
Bræv frá SKAT um útlendsk viðurskifti
Vit hava fingið nógvar fyrispurningar eftir, at SKAT hevur sent út ein teldupost til fleiri føroyingar í Danmark. Her hava vit samlað saman vegleiðandi kunningartilfar. Fleiri hava fingið teldupost frá SKAT, har sagt verður frá, at SKAT hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2016. Upplýsingarnir, […]
Broyting av upplatingartíðum
Týsdagar er bert telefonviðtala.
Set føroyafrádráttin á ársuppgerðina
Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á ársuppgerðina frá SKAT fyri 2017, sí niðast fyri videovegleiðing. Fekst tú føroyafrádrátt í 2017, skalt tú minnast til at seta føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini. Hevði […]
Hjálpirøturnar í bláa húsinum
Sissal Kampmann hevur verið á vitjan í Ráðgevingini og gjørt eina útvarpsending um Ráðgevingina og virksemið hjá stovninum. Hoyr sendingina “Hjálpirøtirnar í blá húsinum” HER