Gleðilig jól og gott nýggjár
Ráðgevingin er farin í jólafrí. Vit verða aftur mikudagin 2. januar 2019. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Forskotsuppgerð 2019
Vit hava gjørt tykkum eina vegleiðing til hvussu føroyafrádrátturin skal setast á forskotsuppgerðina frá SKAT fyri 2019, sí niðast fyri videovegleiðing. Nú er klárt at seta inn tær upphæddirnar, sum tú væntar at forvinna fyri komandi ár. Ert tú lesandi við einum starvi afturat […]
Ráðgevingin nýggjan bústað
10. oktober lata vit upp í nýggjum hølum á Norðuratlantsbryggju, Strandgade 91. Vit hava fingið innivist í søguliga norðuratlantiska mentanardeplinum, meðan Føroyahúsið er undir umvæling, og koma at húsast á fjórðu hædd saman við føroysku sendistovuni. Upplatingartíðirnar hjá okkum eru óbroyttar, tó at persónlig viðtala […]
Bjørg Svartá er nýggjur sosialráðgevi í Ráðgevingini
Í dag tók Bjørg Svartá við starvi sum sosialráðgevi hjá okkum á Ráðgevingini. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur harafturat diplomútbúgving í sosialum arbeiði. Bjørg hevur drúgvar starvsroyndir sum sosialráðgevi innan bæði tað almenna og privata øki. Í 13 ár starvaðist hon hjá eini kommunu […]
SU uttan bústað
Hvussu kann ein fáa SU útgjaldið, um ein hvørki hevur NemID ella fastan bústað í Danmark? Vit hava eina vegleiðing til tykkum her: 1. Um tú hvørki hevur ein skrásettan bústað ella danskt CPR, skalt tú fyrst og fremst útfylla hetta umsóknarblaðið. 2. NemID 3. […]
Vit koma til Føroyar!
Í viku 31 eru vit í Føroyum, har vit taka lut í kunningartiltøkunum fyri føroyingar, ið ætla sær at fara undir víðari lesnað. Talan er um Pisudagarnir, sum MFS og Betri banki skipa fyri, og »Hjálp, eg skal uttanlands at lesa«, sum Ó og BankNordik […]
Bræv frá SKAT um útlendsk viðurskifti
Vit hava fingið nógvar fyrispurningar eftir, at SKAT hevur sent út ein teldupost til fleiri føroyingar í Danmark. Her hava vit samlað saman vegleiðandi kunningartilfar. Fleiri hava fingið teldupost frá SKAT, har sagt verður frá, at SKAT hevur móttikið upplýsingar frá Føroyum um útlendsk viðurskifti fyri 2016. Upplýsingarnir, […]
